Dinnu Poulsen, Dinnu hjá Kristini til minnis.
Andaðist hósdagin, 2. juni.
Rennur Skarðsá henda dag
møk í sólargeiðslum –
fram við húsunum hjá Kristini og Dinnu.
Vatnglarur koma oman av Botnsbrúgv
og kína steinatinnum og summargróðri
við samanløgdum hondum
tætt við húsalon,
nú Dinna lá lík og fór inn á sína føstu himnabrík.
Sólargeiðslar kína Gráubrúgv, Mjóstíggi og “Altarsteini.”
Um hesar leiðir hevur Dinna mangan flutt seg,
og frøddist hon um henda guðagivna heim,
sum í hennara sál og sinni
kveikti lív í sálarbótsstjørnu
í hjartarót innast inni.
Fótur flutti seg fram við varðum
av Fuglafjarðar skarði
til onnur lond.
Setti spor í ond og rond víða um-
á Kinverska múrin, Ísrael og norðanlond –
á innlagdan bø
í evropeiskum gerðum –
á mongum uttanlandsferðum.
So íðin tú vart heima við hús,
á arbeiðsplássi, í dagligum strevi.
Tín hond tók um mann, børn, ommubørn, familju
í hesum búgv ´ í kærleiksfullum anda,
i gudsótta, trúna og trúgv.
Her var tín heimur,
ið læt av sær
undan tínari hond,
dagliga á lívsins brúgv.
Sov væl, Dinna,
undir grønum svøri
í hesum gravarleiði
á hesum jarðarinnar teigi.
Frits




