Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Distortion: Ein drúgv veitsla

Danial Viðoy

Keypmannahavn: Distortion er heitið á einum sera stórum balli, ella í meira føroyskum líki, eini rættiliga stórari veitslu. Distortion byrjaði í gjár og heldur á alla vikuna kring Keypmannahavn.

Keypmannahavn: Distortion er heitið á einum sera stórum balli, ella í meira føroyskum líki, eini rættiliga stórari veitslu. Distortion byrjaði í gjár og heldur á alla vikuna kring Keypmannahavn.

Nógvir eru hættirnar at drekka sær eina kenning. Tú kanst drekka tær eina kenning saman við vinfólki í einum kjallara, umborð á einum flúgvara ella skipi, á G! og á SummarFestivalinum og ja, tað er bara hugflogið, sum setur markið.

Eru tað nakað, danskarar duga væl, so er tað at drekka sær eina kenning. Hesa vikuna allarhelst hvønn dag.

Distortion er eitt afturvendandi tiltak. Fólk møta upp á einum stað, og her er talan um rættiliga nógv fólk, fleiri túsund. Síðani verður gingið frá einum stað í annað, har konsert ella okkurt líknandi tiltak er á skránni.

Skráin fyri árliga Distortion er henda:

Í gjár

– Nørrebro trappu-ball (street parties)

– Distortion Club (diskotek-dansur og líknandi á dansistøðum í nærumhvørvinum)

Í dag

Vesturbrúgv trappu-ball

– Disturtion Club (diskotek-dansur og líknandi á dansistøðum í nærumhvørvinum)

Fríggjadagin

– Havnaball við Refshaleøen

– Disturtion Club (diskotek-dansur og líknandi á dansistøðum í nærumhvørvinum)

Leygardagin

– Endabrak, sum er ein stór veitsla við Refshaleøen.

Sunnudagin

– Eitt avslappandi ball, sum danir kalla fyri Chill Party.