Løgtingið fór klokkan 10 undir aðalorðaskiftið um Frágreiðingina um Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið.
Løgtingið fór klokkan 10 undir aðalorðaskiftið um Frágreiðingina um Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið.
Djóni Nolsøe Joensen, framsøgumaður fyri Javnaðarflokkin, var fyrstur at hava orðið. Hann segði, at menningarætlanin er eitt frambrot, og hann fegnaðist um, at sjúklingurin verður settur í miðdepilin.
”Avbjóðingin er stór, tí útreiðslurnar á sjúkrahúsøkinum fara at økjast, og størri tørvur verður á starvsfólki so hvørt sum ein vaksandi partur av landsins borgarum verða eldri fólk,” segði Djóni N. Joensen.
Royndir hava verið gjørdar við samstarvsavtalum millum sjúkrahúsini, men hesar eru steðgaðar av ávísum kreftum. ”Tí gevur tað meining at seta eina ovastu leiðslu, ið kann skera ígjøgnum,” segði Djóni N. Joensen.
Hann vísti eisini á, at bara hetta árið, meðan arbeiðið við álitinum er gjørt, hevur kjakið flutt seg til tað betra.
”Tað er mín vón, at henda gongdin kann halda fram í einum jaligum anda,” segði hann.




