Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Djóni Nolsøe Joensen spyr, hví føroyskir lastbilar ikki nýta fartskrivaran

Helgi Abrahamsen

”Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at vit ikki brúka koyri- og hvílitíðarreglur í Føroyum?” Tað vil løgtingsmaðurin, Djóni Nolsøe Joensen hava at vita.

”Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at vit ikki brúka koyri- og hvílitíðarreglur í Føroyum?” Tað vil løgtingsmaðurin, Djóni Nolsøe Joensen hava at vita, og hann hevur tí sett Henriki Old, landsstýrismanni, ein fyrispurning um málið.

Tað kann tykjast ørkymlandi og ikki sørt ótrygt, at førarar av stórum akførum í Føroyum kunnu koyra so leingi, sum teimum lystir, ella so leingi sum arbeiðsgevari teirra ynskir tað,” sigur løgtingsmaðurin. Hann vísir á, at sonevnda ”fartskrivarin”, sum verður nýttur í øllum londum rundanum okkum, er ikki lógarkravdur í Føroyum.

Fartskrivarin skrásetir bæði ferðina á bilinum, og koyritíðina hjá tí einstaka føraranum.

Djóni Nolsøe Joensen spyr eisini Henrik Old, um ítøkiligar ætlanir eru um, at fartskrivarin verður partur av føroysku ferðslulóggávuni, og um so er, nær roknast kann við at tað verður gjørt.

Munnligir fyrispurningar eru á skrá fyri tingfundin sum byrjar klokkan 11.