Í politisku skipanini í Føroyum hevur tíverri ikki verið vani at virða týdningin av útbúgving. Vantandi áhugin er partur av orsøkini til, at vit á nógvum økjum ikki hava dugað at fingið so nógv burturúr okkara útbúgvingarverki, sum vit kundu, um virðingin og áhugin fyri útbúgving vóru størri.
Praktiskar og handaligar útbúgvingar
Praktiskar og handaligar útbúgvingar eru ein neyðugur partur av okkara útbúgvingartilboðum. Øll samfeløg hava brúk fyri elektrikarum og hondverkarum.
Eisini er vert at hava í huga, at vit í Føroyum, sum í øðrum londum, hava eina stóra avbjóðing: bólkurin av ungum dreingjum, sum ikki finna seg til rættis í okkara útbúgvingarskipan, er vaksandi, og hesir dreingir velja útbúgving frá. Vit skulu finna eina loysn á hesi avbjóðing, og góð tilboð um praktiskar og handaligar útbúgvingar eru partur av hesi loysn.
Háskúlin – ein skái í einum strongdum samfelag
Ein annar møguleiki, sum ung og eldri kunnu njóta, er ein dvøl á Føroya Fólkaháskúla. Háskúlin hevur havt stóran týdning fyri fólkaliga samleikan í Føroyum og er framvegis eitt týdningarmikið tilboð í dagsins fjølmentan.
Á háskúlanum verða næmingarnir møttir í eygnahædd og gingnir á møti, har tey eru, og hetta slagið av læring er eitt týdningarmikið tilboð í dagsins hópmentan, har alt skal fara fram við hægsta effektiviteti. Á háskúlanum fáa einstøku næmingarnir møguleika at læra seg sjálvi og teirra evni betur at kenna, so at tey kunnu gerast virknir luttakarar í samtíðini, heldur enn passivir áskoðarar uttan stórvegis ávirkan á teirra umhvørvi.
Vit kunnu ikki lata okkum lynda við ein niðurpíndan háskúla. Hinvegin skal háskúlin hava nógv hægri raðfesting enn higartil.
Lívslong læring
Hugsanin um, at vit sum ung læra eitt yrki fyri síðani at arbeiða alt lívið uttan meira útbúgving, er ótíðarhóskandi. Í dag er neyðugt at útbúgva seg alt lívið, og tí skulu vit hava góðar møguleikar fyri lívslangari læring. Arbeiðsmarknaðurin og tøknin standa ikki í stað, og tað skulu vit menniskju heldur ikki.
Menniskju skulu hava góðar møguleikar fyri førleikamenning, og arbeiðsmarknaðurin skal hava eina væl skikkaða arbeiðsmegi. Bara á tann hátt kunnu vit búgva okkum út til framtíðar avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum.
Eg vil arbeiða fyri fjølbroyttum útbúgvingartilboðum fyri yngri og eldri, eins og fyri kvinnur og menn.
Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 1. september




