Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dødsaarsag: en stærk gift indtagen gennem munden!

John William Joensen

Í kvøld kl. 20 í Spaniastovu: Andras Sólstein heldur fyrilesturin um teir seinastu dagarnar og tímarnar hjá dr. Sofus. Komið verður nær at fólki, umhvørvinum í læknahúsinum, á sjúkrahúsinum, at gerandisdegnum hjá læknanum og annars lívinum í bygdini fyrst í farnu øld.Ætlanin er at lýsa og møguliga greina, hví dr. Sofus komst so ólukkuliga av døgum og doyði, sum tað stendur skrivað í kirkjubókini 31. okt. 1906, \”Dødsaarsag: en stærk gift indtagen gennem munden\”!

Andras Sólstein

Fyrilieturin hjá Andras Sólstein verður í kvøld kl 20.00 í Spaniastovu (fríggjakvøldið 22. Feb); sum ætlað – um læknan Sophus Djurhuus, ið andaðist bráðliga í 1906.

Fyrilesturin tekur saman um teir seinastu dagarnar og tímarnar hjá dr. Sofus. Komið verður nær at fólki, umhvørvinum í læknahúsinum, á sjúkrahúsinum, at gerandisdegnum hjá læknanum og annars lívinum í bygdini fyrst í farnu øld.

Ætlanin er at lýsa og møguliga greina, hví dr. Sofus komst so ólukkuliga av døgum og doyði, sum tað stendur skrivað í kirkjubókini 31. okt. 1906, “Dødsaarsag: en stærk gift indtagen gennem munden”.

31. okt. 1906 andaðist læknin í Norðoyggjum, Sophus Djurhuus, vanliga nevndur doktor Sofus, 36 ára gamal, eftir at hava drukkið okkurt eitrandi. Dr. Sofus var fyrsti føroyingur, ið var lækni í Norðoyggjum. Hann var sonur Johan C. Djurhuus, vanliga nevndur faktor Djurhuus, fyristøðumaður í handlinum úti í Klaksvík í 50 ár, frá 1858 til 1908.

Dr. Sofus var tvær ferðir giftur. Fyrru ferð við Huldu Christine Andersen, og fingu tey sonin Eigil, føddur 1898. Seinna konan æt Ida Rheinländer. Tey giftust í mai 1906. Dr. Sofus var føddur og vaks upp í Klaksvík og hann skilti væl íbúgvarnar. Hann segðist at vera arbeiðssamur, beinasamur og vinarligur, og sum menniskja sera væl dámdur. Sophus var góður lækni og serliga handaligur skurðlækni, men hví endaði lívið hjá dr. Sofus so syrgiliga? Fleiri søgur hava gingið um orsøkina, og um tað mundi vera ólag í hjúnalagnum, nú hann tók seg av døgum 5 mánaðir eftir giftuna. Var hann blivin góður við eina aðra og sostatt talan um eitt tríkantsdrama, ella var tað okkurt heilt triðja?

Fyrilesturin tekur saman um teir seinastu dagarnar og tímarnar hjá dr. Sofus. Komið verður nær at fólki, umhvørvinum í læknahúsinum, á sjúkrahúsinum, at gerandisdegnum hjá læknanum og annars lívinum í bygdini fyrst í farnu øld.

Ætlanin er at lýsa og møguliga greina, hví dr. Sofus komst so ólukkuliga av døgum og doyði, sum tað stendur skrivað í kirkjubókini 31. okt. 1906, “Dødsaarsag: en stærk gift indtagen gennem munden”!

So hetta leggur upp til gott krimi-kvøld

Quarter To Three

Kl. 21.00 spælir Quarter To Three – ein nýggjur bólkur úr Klaksvík, mannaður av Magna Husgaard, Dánjal Kjærbo, Jógvan Fróða Baldvinsson og Jens Paula Joensen.

Teir spæla egin løg á føroyskum og enskum. Sjálvt um tónleikararnir allir hava verið at hoyrt og sæð fyrr, so er tað fyrstu ferð at hesin bólkurin spælir alment.

Lagt verður upp til eitt gott og hugnaligt kvøld í Spaniastivu fríggjakvøldið!