Farnu viku frættist, at Doffa var andaður áRíkissjúkrahúsinum, 73 ára gamal.
Doffa var yngsta barn teirra Kristinu og Vigant íPrestbrekkuni á Ziskatrøð í Klaksvík, og hevur Doffa eisini útgiviðforvitnisliga bók um uppvakstrarumhvørvið har um leiðir.
Doffa og eg fylgdust á fyrstu lívsleiðini . Fyrst í samaskúlaflokki í 10 ár, síðani hvør sær til student, hareftir læraravikarar ískúlanum og so á Keypmannahavnar universitet, eg at lesa sálarfrøði, hannjarðfrøði.
Í frítíðini heima fonglaðist eg saman við Doffa og mongumøðrum unglingum við skótaarbeiði út frá gomlu Uppistovu. Gjørdust liðleiðararum somu tíð, harav mangan í Skúvadali saman – eisini í kavaódn.
Eisini minnist eg eina summarlegu uml.1964 í Vágum, har vití knappligum áarføri á nátt floyttu út av eini ”oyggj” í ánni í Vatnsoyrum. Harvar ikki lúsin turr á deingjum, so summir ikki væl fyri.
Í neyðini funnu vit leiðarar so upp á at biðja um kjallaranhjá sjálvum gamla Kjølbro, staddur har í summarfrí, at verma okkum i og atturka klæði og soviposar. Tað var leyst og liðugt.
Vaks annars upp í nánd av Kjølbrosa húsum á Biskupstøð,umframt lisið um mannin og hevði um hann hugmyndina av einum heldur formellumpersóni yvirfyri ”palliba” og denslags.
Tó úr Vatnsoyrum minnist eg mannin sum ein góðsligan ogfryntligan ”abba”, sum talaði vinarorð til okkara og ikki visti alt tað góða atdugna okkum ungu dreingjum við.
Seinri sluppu vit so inn í eini summarhús í haganum, sumkona Mikal Matras, eisini skóti, skeggjaði til.
Unglingalívið saman í sama lestrarumhvørvi í Keypmannahavnvóru ”dagar í viku”.
Gamaní vóru tímuligu umstøður okkara til býli og marglætispurvaligar, tó eginkrøvini samsvarandi smá , og ”einaferð skóti: altíð skóti”, og vit hugnaðu okkum eftir umstøðunum væl í akademiska umhvørvinum.
Og tá góðir, gamlir vinir frá skótalívinum, t.d. JónbertPoulsen og Eldbjørn frá vikartíðini komu afturat, var ikki eiti á hugnanumsaman, allir tá stakir steggjar og meira ella minni orginalar.
Eitt skifti minnist eg eina ølstrejku í DK, og tá komuppfinnsemi okkara gamla skóta til sín rætt í trupuleikaloysnum, hóast øldrekking so absalutt ikki var gerandiskostur, hetta heilt einfalt vegna pengapungin.Tað var mangan hugnaligt og stuttligt við tí altíð lívliga, musikalska ,hittinorðaða og uppfinnsama Doffa uppií.
Doffa og eg tóku fysta árið samstundis filosofikum(cand.phil.?) við hægsta karakteri, tóDoffa gavst skjótt at studera jarðfrøði á universitetsstigi, fór á læraraskúla,og seinri hava vit so í tí leikinum bara verið heilt stutt saman .
Doffa var so verandi nógv umhildin lærari í Klaksvíkarbeiðslívið á tamb. Seinru árini hittust vit ikki nógv, tó so kortini tilfleiri skúla- og konfirmantajubileum, har tann um ikki longur so rokmikli Doffaaltíð var blíður og fryntligur og kundi lívgast , mintur á gamlar skreytir,veri tað seg í barndóms-, skúla-, skóta- ella lestrarhøpi.
Doffa var sumpersónur gávuríkur og djúphugsin, musikalskur,seriøsur skemtari og enterteinari um ein háls. Hann verður saknaður.
Hvíl í friði góði, gamli Doffa.
EyJo




