Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómarafeilur avgjørdi dystin

John William Joensen

Tað var enn einaferð eitt tannleyst KÍ lið vit upplivdu gjárakvøldi, men hóast hetta var einki sum bendi á at B36 fór at megna at gera nakað við KÍ liðið.

Avgerðin fall ikki fyrr enn í 90. minutti tá dómarin, Jóhan Hendrik Egholm, av einhvørji orsøk avgerð, beint ímóti fótbóltsreglunum, at B36 eigur eitt fríspark í framúrgóðari støðu.

Dómarin var annars sjálvur í eini góðari støðu at taka avgerðina.

Video myndirnar vísa greitt at talan var ikki um ”hond til bólt”, sum greitt stendur skrivað í fótbóltslógini. Tvørturímóti kemur Jesper Brinck av óvart til at skjóta bóltin upp undir egnan arm (upptøkan vísir tað greitt í slow motion) í sera truplu veðurumstøðunum, ið vóru allan dystin og harafturat hevði bólturin kós burtur frá KÍ-málinum.

Reglurnar um “hands” á heimasíðuni hjá UEFA  siga m.a. hetta um júst tað, sum hendi hjá Jesper Brinck gjárkvøldi:

“… it is not usually an offence if the ball touches a player’s hand/arm:
directly from the player’s own head or body (including the foot)“

Tá dómarar loyva dystum at verða spældir í vindi og áarføri er tað júst slíkar tilvildarligar og óhepnar hendingar, ið ofta verða avgerandi.

 

 

Harleywoodpaint