Um vikuskiftið sóu vit brotsspørk í 4 av teimum 5 dystunum.Men fleiri av teimum skuldu verið tikin av nýggjum.
Tá brotsspørk vera skotin, skulu allir aðrir leikarar ennsjálvur brotssparks skjúttin vera uttanfyri brotssteigin.
Í fótbóltslógini fyri 2013 stendur soleiðis:
§14 – Brotssparkið
Aðrir leikarar:
• Skulu vera á vøllinum.
• Skulu vera uttan fyri brotssparksteigin (16 meturin).
• Skulu vera aftan fyri brotssparksblettin.
• Skulu vera í minsta lagi 9,15 metrar (10 yards) frábóltinum
Um dómari ger tekin til, at brotssparkið skal verða tikið ,og ein leikari
frá tí áloypandi liðnum og ein leikari frá tí verjandiliðnum fremja brot á
Fótbóltslógina, áðrenn bólturin er í leiki:
• Skal brotssparkið verða tikið av nýggjum
Men dómarar brúka bara hesa regluna viðhvørt. Um vikuskiftiðsóu vit m.a. fleiri ferðir í Effodeildini, at brotsspørk av røttum skuldu veriðtikin av nýggjum.
Myndin omanfyri er frá EB/Streymi-Víkingi, har vit heiltgreitt síggja EB/Streyma leikarar innanfyri brotssteigin áðrenn skotið er. Íhesum føri skuldi Kaj Leo í Bartalsstovu av røttum sloppið at skotið umaftur.Tað sama hendi í Gundadali, har Øssur Dalbúð átti at sloppið at skotið umafturvegna brot á hesar omanfyri standandi reglur. Til brotssparkið hjá AtlaDanielsen í Klaksvík átti tað møguliga eisini at verið skotið umaftur, hóast hettaikki var so klárt. Í Runavík eru upptøkurnar ella myndirnar ikki nóg góðar tilat siga nakað um, um tað skuldi verið tikið umaftur. Staðfestast kann, atmanglandi linjan á økinum – har fótbóltslógin heilt greitt í fleiri førðum seinasta vikuskiftið var brotin hóastlætt er at síggja hesi brot – er ein trupulleiki.




