Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómararnir fara í verkfall í morgin?

Jákup Ósá

Tað er ikki vist, at nakar dystur í Effodeildini verður spældur hetta umfarið.

Tað er ikki vist, at nakar dystur í Effodeildini verður spældur hetta umfarið.

Dómarafelagið og FSF hava ikki nakran sáttmála fyri kappingarárið 2016. Partarnir samráðast, men enn er eingin semja. Søgur ganga um, at dómararnir (við hjálpardómara og 4. dómara) møguliga fara í verkfall og tískil ikki døma nakran dyst hetta vikuskiftið. Petur Reinert er formaður í dómarafelagnum.

– Eg kann siga, at vit samráðast, men annars havi eg ongar viðmerkingar til søgurnar um, at dómarar og hjálpardómarar fara í verkfall, um eingin sáttmáli er gjørdur áðrenn umfarið í vikuskiftinum, sigur Petur Reinert í stuttari viðmerking við Norðlýsið.


Sum skilst er tað spurningur um samsýning, sum skilir partarnar. Í dag fær dómarin til ein Effodyst 2200 kr fyri hvønn dyst og so fáa hjálpardómarar og 4. dómari nakað minni. Meir kunning um samsýning til dómarar kann finnast á heimasíðuni hjá FSF HER