Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómarin avgerð um tað er ov myrkt

Jákup Ósá

Formaðurin í kappingarnevndini sigur, at tað er heimaliðið og dómararnir, ið áseta og meta um, nær dystirnir um kvøldarnar skulu byrja.

Í kvøld er ikki óhugsandi, at kjakið um týðandi fótbóltsdystir í myrkri aftur kemur upp at venda. Dystirnir í Effodeildini millum EB/Streym-NSÍ og 07Vestur-Víking byrja kl. 18.00 og í seinna hálvleiki verður væntandi skýmligt og møguliga nakað myrkt til avgerandi dystir. Kjakið var eisini frammi í fjør, tá KÍ kvinnurnar spældu í Havn móti HB og í seinastu viku, tá toppdysturin millum KÍ og EBS/Skála var hjá kvinnunum. Har vóru umstøðurnar ikki optimalar vegna myrkur.

Jákup Martin Joensen er formaður í kappingarnevndini. Hann sigur, at tað eru feløgini og dómararnir, ið leggja tíðspunktini.

– Tað er heimaliðið, ið ásetur tíðspunktið og í samráð við útiliðið avgerð tíðspunktið. Og tá talan er um myrkur, so er tað dómarin, ið altíð kann floyta dystin av, um hann ikki metir, at tað er spælandi. FSF blandar seg bara uppí, tá feløgini eru ósamd, og tað er sjáldan at tað hendur, sigur Jákup Martin Joensen við Norðlýsið.

Í komandi viku er aftur dystur mitt í viku millum AB og HB. Har er dysturin settur til kl. 17.00 og tað kemur helst at bjarga tí dystinum frá mesta av myrkrinum.