Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dómarin hevur fáar royndir

Jákup Ósá

(Baku, Aserbadjan) Dómarin til dystin í morgin hevur ikki nógvar altjóða royndir.

39 ára gamli Dimitris Masias frá Kypros skal døma dystin millum Aserbadjan og Føroyar. Hann hevur fáar altjóða royndir. Fyrr í ár dømdi hann ein venjingardyst millum Ísrael og Rumenia. Hann hevur dømt ein undankappingardyst í Champions League í 2015 og onkran EM undankappingardyst í U17.

 

Kelda: Transfermarkt.com 

Harleywoodpaint