Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dømd fyri at nokta at bakað brúðarkøku til samkynd

John William Joensen

Eini hjún sum eiga bakarí í amerikanska býnum Origon vóru í býarrættinum dømd at rinda kr. 882.940,50 fyri at nokta at baka eina brúðarkøku til brúdleyp hjá samkyndum pari.

Eini hjún sum eiga bakarí í amerikanska býnum Origon vóru í býarrættinum dømd at rinda kr. 882.940,50 fyri at nokta at baka eina brúðarkøku til brúdleyp hjá samkyndum pari.

Amerikansku hjúnini Aaron og Melissa Klein vóru stevnd eftir at tey noktaðu vegna sína trúgv at baka eina brúðarkøku til eitt brúdleyp hjá samkyndum fyri trimum árum síðan.

Samkynda parið sum ynskti at giftast avtalaðu ein fund ella royndarsmakking inni í bakarríðnum, men tá bakarin spurdi um navni á brúðrini og brúðgomminum var svarið at tað var bert talan um tvær brúður.

Bakarin gjørdi greitt vísandi til Bíbliuna at tað var skeivt at tvey av sama kyni gingu saman í hjúnarlag og bakarin vildi ikki verða partur av nøkrum sum hann helt verða skeivt.

Hetta svar skelkaði samkynda parið so mikið at hendingin, sum er útgreinað í dóminum førdi til at tey fingu sálarligan løst av hendingini.

Rætturin staðfesti, vísandi til lógargrein um at ikki er loyvt at gera mismun vegna kyn, at bakarin hevði ikki rætt til at nokta teimum køkuna.

Eisini fingu kærarnir viðhald í at tey áttu at fáa endurgjald fyri sálarligan løst og rætturin dømdi bakaríið at rinda endurgjald svarandi til næstan eina millión danskar krónur.

Hjúnini sum eiga bakarríið hava nú kært dómsúrskurðin til hægri rætt.

Dómsúrskurðurin kann lesast her.