Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómsnevndarlimur broytti meining

John William Joensen

… tá talan er um leikaraloyvi og harvið brúk av ólógligum leikarar hevur dómurin altíð verið tann, at lið sum hevur brúkt ólógliga leikara verður dømt at tapa, segði Danjal Andreasen, limur í Dómsnevndini, fyri einum árið síðan, tá KÍ málið var til viðgerar

Dánjal Andreasen, fyrrverandi formaður í kappinginarnevndini, úttalaði seg til heimasíðuna hjá Norðlýsinum tann 31/3-2005 í samband við at KÍ stóð til at vera tveitt út úr steypakappingini.
Hetta gjørdi hann sum fyrrverandi formaður í kappingarnevndini og tá dugdi hann ikki at síggja nakað annan møguleika enn at KÍ bleiv dømt at tapa dystin.

Brot úr samrøðuni við Dánjal Andreasen tann 31/3-2005.
– Eg veit ikki um líknandi mál í 1.deild, men í yngru deildunum hevur trupuleikin við ólógligum leikarum og vantandi leikaraloyvum verið frammi av og á og tá hevur dómur altíð verið tann sami, nevnuliga at lið verða dømd at tapa dystir sínar.
– Í málunum hjá B36 og KÍ er talan um menniskjalig mistøk, men eg dugi ikki at síggja hvussu kappingarnevndin kann taka hetta við í sínari tulking av lógini.
– Eitt nú málið við Jákup Mikkelsen, tá hesin var heima og vitjaði og ikki hevði loyvi at spæla við Herfølge eftirfylgjandi. Tað málið fór allan vegin upp ígjøgnum systemið hjá DBU, men niðurstøðan var tann sama. Herfølge varð dømt at tapa dystin.
– Málið um tá HB á sinnið tapti dystin móti MB, tí eitt navn kom tvær ferðir fyri á dómara seðlinum, hevði ikki verið dømt á sama hátt í dag. Men tá tala er um leikaraloyvi og harvið brúk av ólógligum leikara hevur dómurin altíð verið tann at liðið, sum hevur brúkt ólógligan leikara verður dómt at tapa, sigur Dánjal Andreasen fyrrverandi formaður í kappingarnevndini.

Broytt støðu
Dánjal Andreasen hevur í málinum um HB leikaran nú bráddliga broytt støðu tí nú sigur fyrrverandi formaðurin í FSF og kappingarnevndini at :
Páll Mohr Joensen hevur tí leikt uttan spæliloyvi, sum er brot á grein 15 í kappingarreglunum…………MEN……….Vísandi til, at í hesum máli eru øll viðurskifti millum HB og NSÍ avgreidd, meðan sama støða ikki var galdandi fyri málini í fjør, heldur Dómsnevndin, at tað er skeivt, at HB skal dømast at tapa dystin móti VB/Sumba………"