Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómsnevndin broytt støðu í HB málinum

John William Joensen

Sambart heimasíðuni hjá HB sleppur HB at halda fram í steypakappingini men fær eina bót fyri ikki at hava leikaraloyvið í lagið mótvegis FSF

HB skrivar á heimasíðuni (www.hb.fo):
Hóast viðurskiftini millum HB og NSÍ vóru í lagi, avger Dómsnevndin, at HB skal revsast við bót á kr. 15.000 og missa heimavøll, tað sum eftir er av steypakappingini um Løgmanssteypið 2006, smb. §40, stk. 1 litra b og d í Kappingarreglunum fyri fótbólt, fyri ikki at hava viðurskiftini um leikaraloyvi mótvegis FSF í lagi.


Við hesum dóminum hevur kappingarnevndin broytt støðu til sína egnu avgerð fyri skjótt hálvum árið síðan og við úrskurðinum lagt eina nýggja mannagongd fyri dagin.