Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómstólurin slær fast at tað er rætt at geva bót sjálvt um leikari er ólógligur

John William Joensen

Niðurstøðan hjá dómstólinum er søgulig og eitt eindømi í altjóða fótbólti

Ítróttardómstólurin sigur beinleiðis at hann er av tí fatan at hóast feløg brúka ólógligar leikarar so eigur rásarrúm at vera hjá kappingarnevnd og dómsnevd at døma.
 
Dómstólurin skrivar:
….Tá tað ikki kann ávísast, at dómsnevndin hevur tikið ólóglig ella ósaklig fyrilit við áseta av revsingini av broti á kappingarreglurnar, ið HB hevur framt, við at nýta ólógligan leikara, finnur ítróttardómstólurin ikki orsøk til at broyta úrskurð Dómsnevndarinnar, ið liggur innna heildirnar í grein 40 stk. 1 í kappingarreglunum fyri fótbólt…..
 
Ítróttardómstólurin staðfestur tí dómsúrskurðin hjá Dómsnevndini. 
 
Sostat far HB ágóða av at frameftir verður møguligt at áseta bót um lið brúka ólógligar leikarar.
Hetta er tó einans galdandi í Føroyum.