Íbúðarbyggingin á Helnabrekku er nú farin í gongd, tað er Sp/f Domus, ið stendur fyri ætlanini, sum í fyrsta umfari fevnir um 19 íbúðir.
Selmar Nielsen, stjóri í Sp/f Domus sigur við Norðlýsið, at útgrevsturin er byrjaður til 19 tær fyrstu íbúðirnar og samstundis verða sáttmálar í hesum døgum undirskrivaðir við tey, ið skulu búgva í nýggja umhvørvinum á Helnabrekku.
Vit rokna við, at útgraving og byggibúgvingararbeiðið skal vera liðugt í august mánaða, ímeðan betongarbeiðið skal byrja 1. juli.
Selmar Nielsen sigur, at tað hevur gingið væl at selja íbúðirnar og roknað verður við, at tey fyrstu kunnu flyta inn í nýggju íbúðirnar við Helnabrekku komandi summar.




