Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dorius selur nú Klaksvíkar Dampvaskarrí

John William Joensen

Dorius Frederiksberg, sum eigur Klaksvíkar Dampvaskarrí, sigur at nú ætlað hann og konan at lata onkran annan sleppa at royna seg.


Sjálvur verið eg 60 ár seinri í ár, og tí eru eg og konan samd um at royna okkurt annað, nú vit hava havt vaskarríði í 12 ár.
Dorius Frederiksberg, hevur roynt eitt sindur av hvørjum.
– Stórsti parturin av lívinum fór á sjónum men 47 ára gamal fór eg í holt við matstovuna Viking í handilsbygninginum hjá Brandal, og var eg har í tvey ár.
– Síðani keyptu eg og konan vaskarríði frá Ingolf og Odu Samuelsen, og síðani hava vit starvast á nýggjavegi.
 
Tørvur á vaskarrí
– Vit keyptu vaskarríði í ringastu tíð, í kreppuárunum fyrst í 90-unum, men tað er eingin ivi um at tað er tørvur á vaskarríði í Klaksvík.
– Kappingin er vaksandi frá almennum stovnum, sum hava stóran vaski-kapasitet, men eg eri ikki í iva um at ung fólk, sum hava áræði, fara at megnað at lyfta vaksarríði upp á hægri støði.
Dorius sigur at maskinurnar, sum í dag eru á vaskarríðinum, eru keyptar í hansara tíð, og tí skuldi tørvurin á íløgum ikki verið stórur tí kapasiteturin hjá vaskarríðinum er hampuliga stórur.