Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

DR í Klaksvík

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Tað legst til við fremmandum bilum og fólki, sum eru komin higar at fylgja við og uppliva sólarmyrkingina, sum verður nú fríggjadagin.

Tað legst til við fremmandum bilum og fólki, sum eru komin higar at fylgja við og uppliva sólarmyrkingina, sum verður nú fríggjadagin.

Í dag stóðu so tríggir menn inni á gólvinum hjá Klaksvíkar kommunu og spurdu um til bar at fáa streym og samband við alnótina, tí teir ætlaðu at senda veðrið hjá DR-nýggjheitum úr Klaksvík komandi hóskvøld.

Jú, tað var leyst og liðugt beinanvegin, eftir at borgarstjórin hevði heilsað uppá teir. Teir sluppu inn á Sløkkiliðsstøðina, har allir neyðugir hentleikar funnust.

Ætlanin er, at teir senda niðri á havnarlagnum á Varpinum og siga teir, at áhugaðir gestir eru meir enn vælkomnir at hyggja at, meðan sent verður. Sendingin, Vores Vejr á DR1 er í luftini úr Klaksvík hóskvøldið – kl. 17.50 til 18.10.

Sjónvarpsverturin er Søren Jacobsen, myndamaðurin, sum er ættaður úr Húsavík, eitur Bárður Thomsen og ritstjórin eitur Rasmus Kjølby