Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dr. Margrethu barnagarður 50 ár

John William Joensen

Leygardagin var móttøka í barnagarðinum hjá KFUM & K og nógv fólk vitjaðu

Røður, sangur og framsýning var á skránni og sera áhugavert vat at síggja gomlu myndirnar frá fyrstu tíðini hjá stovninum

Tá barnagarðurin varð vígdur, tann 29. apríl 1957 var Dr. Margrethu barnagarður í Klaksvík millum fyrstu barnagarðarnar í Føroyum, og tann einasti barnagarður í Klaksvíkar kommunu heilt fram til 1997.

Tað var nevndin í KFUM & K, sum tók stig at seta á stovn barnagarð í Klaksvík, og fekk hann tá navnið Barnagarður KFUM & K’s. Í teimum nógvu og væl útgreinaðu skjølunum og fundarfrásagnum, sum eru um viðurskifti í barnagarðinum, sæst hvussu eldsálir hava stríðst fyri at fáa endanar at røkka saman við m.a. eydnuhjóli og lutaseðlum. Skjølini vísa dømi um stríðið hjá nøkrum eldsálum at skipað fyri tænastum, sum kommunan í dag tekur sær av.
Í 1979 varð Barnagarður KFUM & K’s útbygdur og fekk tá navnið Dr. Margrethu Barnagarður. Barnagarðurin hevur í dag eina áseting uppá 94 børn.
Borgarstórin flutti fram røðu og tosaði um týdningin stovnurin hevði havt fyri býin.