Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dramatikkur í Eldrasambýlinum

John William Joensen

Meðan búfólkini sótu í upphaldsstovuni og hugdu eftir “Degi og viku” í sjónvarpinum, fór ein stórur rútur í knús og glassplintur fuku um oyruni

Tá Norðlýsið vitjaði eldrasambýlið "Gøtubrá" í morgun var lagið gott á búfólkum og starvsfólkum.
Tey høvdu havt eitt dramatiskt kvøld – sum tó endaði væl – og nú fyrireikaðu tey døgurðan – Kjálkar – og tað er altíð ein succe.

Dramatiskt
Anna Jacobsen, deildarleiðari í eldrasambýlinum "Gøtubrá" í Norðragøtu, sigur at talan var um eina sera dramatiska hending.

– Búfólkini sótu saman við starvsfólkum og hugdu eftir Degi og Viku í uppihaldsstovuni – tá bráðliga ein av stóru rútunum í stovuni fór í smildur.

– Vanliga eru tvey starvsfólk til arbeiðis um kvøldi – men eitt av starvsfólkunum slapp ikki heim vegna veður og tí vóru tey trý fólk til arbeiðis.

– Tað fyrsta tey gjørdu var at fáa tey gomlu burtur frá knústa vindeyganum og síðani var roynt at seta upp fyri – og ringt var eftir sløkkiliðnum.

– Teir komu skjótt á staðið – men tá sløkkiliðstøðin eisini fór í vindinum høvdu teir ongar plátur at seta upp fyri.

– Men teir vóru ikki ráðleysir og ístaðin brúktu teir spísstovuborðini at seta upp fyri vindeyguni.

Steingrímur helt hurðini.
Áðrenn sløkkiliðið kom – og meðan starvsfólkini royndu at fáa tey gomlu út úr uppihaldsrúminum – var stórt trýst ígjøgnum húsini og nógv stóð á úthurðini.

78 ára gamli Steingrímur Ranghamar var einasta mannfólki í húsinum – sum hesa løtuna var førur fyri at gera nakað – og hann skundaði sær at fáa fatur á hurðini út í vindfangið, soleiðis at opið ikki gjørdist ígjøgnum húsið.

– Nógv stóð á hurðini sum Steingrímur helt, tí durðalistin er brotnaður og lásið sum Steingrímur helt í brotnaði eisini.

Noyddust at flyta niður undur
Anna Jacobsen, sum býr í Leirvík tók tvey mannfólk við sær heimanífrá og tá tey komu á sambýlið høvdu starvsfólkini fingið samla búfólkini sum búðu á ovaru hæddini.

– Vit avgjørdu at flyta niður undur – men tá streymurin kom og fór kundu vit ikki brúka lyftina.

– Fýra av búfólkunum sita í rullistóli og tí máttu tey berast niður gjøgnum trappurnar.

– Vit ummøbileraðu so rúmini, sum venda niðan eftir og reiddu ból á gólvinum.

Endaði gott
Anna sigur at tá tey høvdu fingið savnað tey gomul í einum rúmi niðri í kjallaranum fóru tey at hugna um – og borðreitt var við drekka og køkum.

– Hetta bleiv ein hugnaligur endi og tá farið var til songar sovnaðu øll rættuliga skjótt.

– Í morgun hevur tryggingin og Kommunan kannað bygningin sum hevur fingið skaða ymsastaðir.

– M.a. eru smærri skaðar sum undandáttin loft – men eisini hevur betongveggurin í uppihaldsstovuni fingið skaða.

– Glassplintur eru allastaðir – so tað verður ein løta áðrenn alt verður í rættlag aftur.