Beint áðrenn middag fór at kava og eftir einari lítlari løtu var sýnið burtur og hetta skapti stórar trupulleikar í ferðsluni, serliga í Eysturoynni. Politibilur og sjúkrabilur vóru sendir úr Klaksík til hjálpar millum Fjarða, men tað bleiv ein dramatiskur seinrapartur
Beint áðrenn middag fór at kava og eftir einari lítlari løtu var sýnið burtur og hetta skapti stórar trupulleikar í ferðsluni, serliga í Eysturoynni. Politibilur og sjúkrabilur vóru sendir úr Klaksík til hjálpar millum Fjarða, men tað bleiv ein dramatiskur seinrapartur
Sýslumaðurin, Karl Johansen, greiður frá at beint fyri middag fingu teir á politistøðini í Klaksvík boð um at fara einum bili til hjálpar sum farin var út av vegnum millum Fjarða.
– Tá vit fóru at koyra úr Klaksvík vísti hitamálarin í bilinum +6,5 stig og umstøðurnar at koyra vóru av teim bestu – líka til vit komu í Skálabotn. Tá fór at kava ógvusliga – hitamálarin fór niður um frostmarkið og millum Fjarða sást ikki fram um kølaran á bilinum.
– Tað var eitt eldri par sum í hálkuni vóru farin av vegnum har bilurin var endaður á takinum. Tey megnaðu ikki sjálvi at koma úr bilinum, men sluppu annars væl frá hendingini. Sjúkrabilur kom úr Klaksvík og so skjótt parið var komið í sjúkrabilin setti hann kós móti Landssjúkrahúsinum og vit byrjaðu at koyra aftur til Klaksvíkar.
– Men lítla løtu seinri fingu vit boð um at sjúkrabilurin hevði rent inn í reyvina á einum øðrum bili á veg inn í Norðskálatunnilin og so vendu vit – men tá vóru umstøðurnar at koyra heilt vánaligar.
– Tað var eisini eitt eldri par í bilinum sum sjúkrabilurin hevði rent á og øll fýra fólkini sótu í sjúkrabilinum saman við portørunum.
– So var biðja eftir sjúkrabili sum kom frá Landsjúkrahúsinum og tá hann var komin fóru vit aftur til Klaksvíkar við portørunum.
– Á veg niðan á Gøtueið sóu vit bilar standa fastir alla staðir, bæði omanfyri Skipanes og omanfyri Syðrugøtu.
– Umstøðurnar at koyra vóru út av lagið vánaligar, men alt ov nógvir bilar eru illa skøddir og tað er sera óheppið.




