Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dreingirnir bukaðu mammurnar

Jákup Ósá

U10 dreingirnir hjá KÍ spældu leygardagin ein heldur sjáldsaman dyst.

Myndarøð: U10 dreingirnir hjá KÍ spældu leygardagin ein heldur sjáldsaman dyst.

Teir høvdu nemliga bjóðað sínum mammum av til venjingardyst á vøllinum í Klaksvík.

Mammurnar løgdu hart út og komu á odda við einum frálíkum málið av Veru Mørkøre eftir flott upplegg av Katrin Hansen. Men eftir hetta høvdu dreingirnir høvdu lætt spæl og tað dámdu teimum væl, og vístu teir frálíkt bandapæl og nógvar góðar detaljir.


Reglarnar vóru teir somu sum hjá FSF. Tá dreingirnir komu framum við trimum málum, kundu mammurnar seta eina mammu inn, so til endan høvdu mammurnar ongan útskiftara, og tað dámdu tær onki serligt.

Dysturin endaði 17-1 til dreingirnar, sum sostatt av sonnum bukaðu sínar mammur í góðveðrinum. Hetta ávirkaði tó ikki stíorvegis lagið eftir dystin, sum var gott á báðum pørtum. Samanumtikið ein stak hugnaligur dagur, verður sagt frá U10 hópinum.

Harleywoodpaint