Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dreingjaliðsmálverjin stóð royndina

John William Joensen

Eg haldi at vit enn einaferð vístu at vit eru væl fyri við ungum góðum leikarum, sigur KÍ venjarin Ovi Flindt Bjerg

Vit stóðu væl á vøllinum at leikararnir víst at vit kunnu broyta taktisku uppstillingina uttan at tað ávirkar innsatsin, segði ein vælnøgdur KÍ venjari tá vit hittu hann eftir dystin sunnudagin.

Nýggjan málverja.
KÍ venjarin lat dreingjaliðsmálverjan Mattias Samuelsen, royna seg í málinum tá tað gjørdist greitt at Jákup Mikkelsen ikki var tøkur til dystin í dag.
– Mattias gjørdi tað framúr gott á U-17 landsliðnum í summar og tí fegnist eg um at hann eisini í sínum fyrsta 1.deildar dysti gjørdi tað sera gott.
– Hann er enn eitt dømi um at vit eiga ein góðan ungdóm sum vert er at byggja á, sigur Kí venjarin.
 
Var sera spentur
16 ára gamli dreingjaliðsmálverjin, sum vardi Kí málið á Skála, sigur at hann var sera spentur til dystin.
– Undir upphitingini til dystin var greitt at Jákup ikki kundi spæla og so var tað upp til mín, og eg má siga at eg var sera spentur, sigur nýggji KÍ-málverjin.
– Mattias kom sera væl frá dystinum. Hann var ó-imponeraður og var sera aktivur í feltinum, sigur hjálparvenjarin hjá KÍ, Dánjal Jákup Joensen
– Hann smæddist ikki burtur hóast hann bleiv skumpaður og samanumtikið haldið eg at hann kláraði seg fram úr væl.

Harleywoodpaint