Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Drekin Reyði ella Klaksvíkingur: Avgerðin fellur á ólavsøku

Jákup Ósá

Sterka sigursrøðin hjá Klaksvíkingi stendur uppá spæl á ólavsøku.

2006, 2009, 2011, 2012 og 2013. Øll hesi árini vann Klaksvíkingur FM og hvørja ferð vann hann eisini ólavsøkuróðurin. Men í ár stendur nógv uppá spæl, tí Drekin Reyði er 1 stig frammanfyri áðrenn ólavsøkuróðurin, og tískil vinnur tann báturin, sum endar frammanfyri. So trýstur hevur Klaksvíkingur ikki verið nakrantíð áður á ólavsøku síðani partur av hesari manningini byrjaði at rógva í 2006.

Sterka sigursrøðin stendur eisini uppá spæl hjá Klaksvíkingi, tí síðani partur av hesari manningini byrjaði at rógva í 2006, so hevur báturin vunnið FM á hvørjum ári, tá hann hevur luttikið. At kappingin verður hørð á stutta teininum á ólavsøku er lítið at ivast í. Drekin Reyði rør á heimasjógvi og kann vinna FM. Hann er uttan iva eisini sera uppsettur uppá at vaska ”tapið” frá seinastu stevnu í Sandavági av sær, tá Klaksvíkingur vann sannførandi sigur. Tá var eisini spurningur reistur í KVF, um Klaksvíkingur fór at fáa nakra mótstøðu á ólavsøku. Og er tað nakað, ið kann seta ítróttarfólk eyka upp, so eru tað slíkar útmeldingar.

Lagt er í øllum førum upp til ein sannan ”gysara”, nú alt stendur uppá spæl í seinastu og avgerandi finaluni á ólavsøku hjá 10-mannaførunum.