Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Drekin Reyði við nýggjari manning

Jákup Ósá

Bara tveir røðarar halda fram frá manningini í fjør.

Bara tveir røðarar halda fram frá manningini í fjør.

Drekin Reyði er 10-mannafarið hjá Argja Róðrarfelag. Hóast Drekin Reyði ikki bleiv bygdur fyrr enn til kappingarárið 2014, so hevur ann sett dám á kappingina líka síðani og myndað kappingina um fremsta plássið. Í 2014 vann báturin FM og allar róðrarnar, meðan báturin bæði í 2015 og 2016 vann róðrar, men har tað ikki rakk til FM.

Nýggj blandað manning

Drekin Reyði er eisini mannaður til kappingina í ár. Óla Hendrik av Fløtum er ein av royndu monnunum, ið hevur verið umborð øll árini og hann tekur eisini eitt tørn í ár, men hann er ein av bara tveimum, ið halda fram frá manningini í fjør.

– Vit eru bara tveir, sum halda fram. Men annars er talan um eina blandaða manning. Onkur hevur ikki róð fyrr, men teir flestu hava royndir frá kappróðri á ymiskum støði. Aldurin er eisini ymiskur. Onkur er ikki meir enn 18 ár, og so eru onkrir farnir uppum 40 ár, sigur Óla Hendrik av Fløtum við Norðlýsið.

Frammanundan er greitt, at Klaksvíkingur og Ormurin Langi eru mannaðir til kappingina í ár hjá 10-mannaførunum.

Les eisini: Klaksvíkingur er mannaður

Les eisini: Gamli Klaksvíkingur neyvan mannaður