Drekkivatnið í Kollafirði er reint, og áheitanin um at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið, er tikin aftur.
Fyri nøkrum døgum síðan kom áheitan frá vatnverkinum í Kollafirði um at kóka drekkivatnið, tí tekniskt brek var á vatnverkinum, sum møguliga kundi hava við sær, at vatnið ikki leyk allar ásettar treytir.
Brekið er nú rættað, og vatnið er reint. Tískil er ikki neyðugt at kóka drekkivatnið í Kollafirði.




