Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

DRIV í Klaksvíkar Klubba

John William Joensen

Leygarkvøldið 31. mars verður stórur dansur í Klaksvíkar Klubba, har víðagitni countrybólkurin DRIV spælir.


Tónleikararnir eru J. Áki Andreasen sang og kassagittar, René Jespersen gittar, Anfinn Nielsen bass og Ólavur Magnussen trummur.

Bólkurin byrjaði fyrst í 80-árunum og spældi fyrstu ferð alment beint áðrenn páskir 1985 og hevur sostatt meira enn 27 ár á baki.

Tónleikastílurin hevur verið ein blanding av 60 ára, country & western og føroyskum slagarum. Í dag leggur bólkurin seg í høvudsheitinum eftir tí tónleikinum ein kallar New Country. 60 ára tónleikurin er tó heldur ikki lagdur heilt á hyllina.



Tað munnu vera fá støð í landinum har DRIV ikki hevur spælt og má sigast at teir í dag eru á tindinum. Eitt nú skulu teir spæla á Countrytúrinum 2007 hjá Norrønu, eins og teir spæla til stóra dansin á Tvøroyri í samband við Bellamy Brothers konsertina ið verður.

Men leygarkvøldið komandi verður tað altso í Klaksvíkar Klubba at høvi verður at fáa sær ein góðan sving-om til frálíku countrytónarnar frá DRIV.