Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Drongurin sum ikki dugdi at skriva, rokna og snakka gevur út bók

John William Joensen

Týskvøldi var Skúlin við Ósánna stúgvandi fullur av fólki til ein heldur óvanliga bókaframløgu. Rithøvundurin, Levi Joensen, greiddi frá at tað gekk heilt illa hjá sær at læra í skúlanum. Eg dugdi sera illa at lesa, skriva og rokna og harafturat stamaði eg sera illa. Hetta við stamingini brúkti eg tó ofta til mín fyrimun. Tá lærarin bað meg lesa upp, so stamaði eg ekstra illa og so misti lærarin tolið og bað næsta næmingin lesa – so var sloppið.

Týskvøldi var Skúlin við Ósánna stúgvandi fullur av fólki til ein heldur óvanliga bókaframløgu. Rithøvundurin, Levi Joensen, greiddi frá at tað gekk heilt illa hjá sær at læra í skúlanum. Eg dugdi sera illa at lesa, skriva og rokna og harafturat stamaði eg sera illa. Hetta við stamingini brúkti eg tó ofta til mín fyrimun. Tá lærarin bað meg lesa upp, so stamaði eg ekstra illa og so misti lærarin tolið og bað næsta næmingin lesa – so var sloppið.

Sama ár sum seinri heimsbardagi endaði var Levi sendur niður á serskúla í Danmark fyri at læra at snakka. Sum 13-14 ára gamal helt pápi Levi at tað var best fyri baði skúlan og Levi at hann sendi sonin til skips og tá Levi so nøkur fá ár seinri fortaldi fyri pápa, mammu og elsta bróður sínum, at hann ætlaði sær á skiparaskúla – stóðu tey spyrjandi.

Pápi segði einki, og mamma sum visti hvussu stóð til við tí bókliga hjá mær tók seg fyri brósti og mælti staðiliga frá: ” Á, noy góði Levi – góði ikki fara á skúla tað verður alt ov strævið hjá tær!”

Óli bróður mælti til: ”Jú – far tú bara á skúla hjá Fisher. Tað verður nokk strævið hjá tær og tú dumpar einar tríggjar ferðir, men tú skalt nokk blíva skipari…!”

– Í dag hyggja skiparar stúrandi út gjøgnum vindeygað tá eitt grátt skip ferð framvið og teir hugsa fara teir at koma umborð at telja fiskar ella kannað papírir? Soleiðis var ikki tá eg var skipari. Eg griflaði niður í eitt hefti hvønn dag og tá eg kom heim gav eg konu míni – Gretu – heftini og so førdi hon tað inn í skipsdagbókina. Síðani fór eg við bókini til sýslumannin sum stemplaði í – og tað var tað!

Men hetta gjørdi at eg byrjaði at skrivað mína egnu dagbók og havi skrivað fram til dagin í dag, greiddi Levi frá.

Men týskvøldi kundi Levi so taka ímóti fyrsta eintakinum av “Lív Mítt” sum forlagið Leirkeri gevur út.

Zacharias Zachariasen sum saman við beiggja sínum Flóvin Tyril hava skipað og umskrivað tekstirnar hjá Levi til bók greiddi frá at hetta var ein sera sjálvsom tilgongd til eina bókaútgávu, men at tað var eisini ein sjálvsamur persónur sum bókin var skriva av og um.

– Fyrstuferð eg var inni hjá Levi og Grethu á Vágsheygnum saman við konu míni fyri nógvum árum síðan høvdu vit sitið í stovuni og samtala um trúarspurningar. Tá bráddliga spyr Levi meg ein heldur sjálvsaman spurning:

”Zacharias – hvat heldur tú um at trúgvandi menn og kvinnur roykja?”

Eg byrjaði so at siga mína meining um royking og niðurstøðan hjá mær var hendan!

– Noy eg haldi at tað sømir seg ikki einum trúgvandi persóni at roykja. Hetta kann neyvan vera sambæriligt og hugsa tær Levi um fólk sóu gamla Slon ella Victor Dánielsen koma á møti við eini sigarett í munninum?

Tá fór Levi at flenna og segði – “So er illa statt við mær, tí eg royki sum ein trolari!”

Eg bleiv illa við og royndi at draga í land aftur, men skilti tá at Levi alla tíðina hevði arbeitt uppá meg.

Levi royndi fyrst at fortelja lívssøgu sína inn á band, men hetta gekk illa tí samskifti millum Levi og bandupptakaran var ikki tað besta. Síðani keypti Levi sær skrivihefti og skrivaði síðani beinleiðis niður. Men hetta var sera trupult at lesa, og uttan punktum og komma. Harafturat nevndi hann persónar við fornøvnum og tá eg ringdi at spyrja Levi segði hann at hetta visti hann ikki – men tit finna nokk út av tí. Síðani hava onnur skrivað úr skriviheftunum frá Levi inn á teldu. Og tá vit so hava fingið tilfarið hava vit umskrivað tekstin og roynt at funnið fram til hvørji persónarnir vóru sum Levi skrivaði um, greiddi Zacharias Zachariasen frá, tá hann handaði Levi Joensen fyrsta eintaki av bókini sum telur 400 síður.

Jógvan við Keldu ummælti bókina og tað ummæli kann lesast í blaðnum fríggjadagin.