Í dag, tann 16. apríl, fyllir Drotning Margretha 67 ár.
Drotningin fer sum vanligt at vísa eg á balkongini á Christian IX Pale á Amalienborg nú á middegi.
Kongilga lívgardan verður í samband við føðingardagin í reyðum galla.
Regentparið, sum hesa tíðina búgva á Fredensborg, koma í dag til Amalienborg fyri at halda føðingardagin.
Almenningurin kann skriva lukkuynskir á ein lista sum liggur frammi í "Det Gule Palæ" millum kl. 10 og 14 í dag.
Vit ynskja hennara háting tillukku við degnum.




