Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Drotningin vitjað Svanadrotningina hjá Edward

Tekstur: Dávur Winther – Myndir: Benny Nybo

Tá ið Norðurarlantiska Húsið í Odense lat upp seint í 2013, handaði Klaksvíkar býráð vinarbýnum, Odense eina gávu, Svanadrotningina, sum Edward Fuglø hevur málað á ein vegg í einum av fyrilestrarsalunum í húsinum.

Tá ið Norðurarlantiska Húsið í Odense lat upp seint í 2013, handaði Klaksvíkar býráð vinarbýnum, Odense eina gávu, Svanadrotningina, sum Edward Fuglø hevur málað á ein vegg í einum av fyrilestrarsalunum í húsinum.

Hetta veggjaprýði hevur vakt áhuga víða og er tað eitt “must” at sleppa at síggja hetta listaverkið, tá ið vitjað verður í húsinum.

Í gjár var drotningin við fylgi og vitjaði í Norðurarlantiska Húsinum í Odense og sjálvandi skuldi hon fáa ein bita, soleiðis at hon sat beint frammanfyri myndina ella listaverkið, Svanadrotningina, sum Edward Fuglø hevur málað.

Verkið hugtók drotningina, sum kennur Edward Fuglø frá øðrum høvum – Kanska serliga, tá ið hann var í hovinum við málninginum sum Føroya Landsstýri gav drotningini í 2012 í sambandi við 40 ára hátíðarhald hennara, “Fuglar og so villini djór tey vóru henni kunn – úr Sjúrðarkvæðinum

Benny Nybo, stýrislimur fyri Norðurarlantiska Húsið greiddi frá Drotningini frá listaverkinum, og fylgdi hon væl við og vísti stóran áhuga. Tá ið Benny peikaði á Sóljuna og skuldi siga navnið á tjóðarblómu Føroya, mintist hann ikki navnið, men kom drotningin honum elegant til hjálpar og sgeði á klingandi føroyskum “Sóljan”!

Undir vitjanini sang eisini eitt norðurlendskt kór, sum varð sett saman til høvið av grønlendingum, íslendingum og føroyingum, har tey sungu sangir umboðandi somu lond.

Kirsten Mærsk, stjóri í Norðurarlantiska Húsinum í Odense sigur, at hon er sannførd um, at Svanadrotningin hjá Edward Fuglø er eitt enn størri varðtekin fyri húsið, enn tey longu hava givið sær far um.