icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Droymdi ikki um at enda í landsstýrinum tá eg lat meg stilla upp

Oliver Joensen

Hetta sigur ein avbalanseraður og frintligur fiskimálaráðharri á tíðindafundi í morgun í Ósáskúlanum í Klaksvík, alt ímeðan skúlabørn og arbeiðisfelagar ynskja tillukku.

Vit sita á tíðindafundi í Ósáskúlanum, Sosialurin, Dimmalætting og Norðlýsið og hinumegin borðið situr Bjørn Kalsø, sum í gjár var lærari og bóndi, men sum ídag er fiskimálaráðharri. Bjørn sýnist at taka støðuna ógvuliga róðliga ímeðan hann hugsar um spurningar okkara og gevur sáttlig men avgjørd svar uppá spurningar okkara.
Bjørn er 37 ára gamalur og er giftur við Hennebeth. Tey bæði komu saman sum 15 ára gomul og hava hildið saman síðani. Yngsta barnið hjá okkum fyllir eitt ár ídag, kunngerð Bjørn okkum og harumframt eiga vit tvey børn, sum eru ávikavist 12 og 16 ára gomul.
Uppá fyrispurning okkara um familjuna, nú hann skal til Havnar um at røkja eitt av landsins hægstu størvum sigur Bjørn, at tey hava tosað nógv um hetta seinastu dagarnar, tí at tað hevur ligið í lutftini at ein landsstýrissessur kundi gerast ein møguleiki. Vit eru heilt avkláraði um at eg skuldi taka av um eg fekk landsstýrissessin í boði, men vit hava sjálvandi ikki greitt allar spurningar um ferðing og búðstaðarmynstur okkara enn. Tað mugu vit taka upp sum tíðin líðir, tí alt veldst sjálvandi um arbeiðsbyrðuna.
Uppá fyrispurning okkara um hann kennir nakað til fiskivinnu, svarar Bjørn, at sum hjá flest øllum norðoyingum, so hevur fiskivinna og kjak um fiskivinnu verið dagligur kostur líka síðani eg kann minnast. Flestu í familjuni hava við sjógvin at gera og sjálvur havi eg verið eitt sindur til skips og havi sum flest aðrir ungdómar í Norðoyggjum arbeitt á flakavirki. Um lívsleið sína sigur Bjørn Kalsø annars, at hann sum 16 ára gamalur misti pápan og tók við familjugarðinum á Syðradali. Tá eg var liðugur við 10 flokk, arbeiddi eg eitt ár og fór síðani á studentaskula og eftir lokið studentsprógv festi eg garðin á Syðradali.
Eftir at hava arbeitt ymiskt fyrifallandi í eitt ár, fór eg í læru sum handverkari á Klaksvíkar Byggivirki. Liðugur at læra arbeiddi eg nakað sum handverkari, men tað var júst um tað mundið tá kreppan kom og lítið var at gera hjá handverkarum og tí avgjørdi eg at fara á læraraskúla. Síðani havi eg við undantak av tí eina árinum, har eg arbeiddi ymiskt fyrifallandi, undirvíst.
Fiskur og fiskivinnuvinna er ikki nakað fremmant hjá mær og sjálvur havi eg hildið, at tað eisini kann vera ein fyrimunur ikki at hava so nógvar bindingar til vinnuna, tú sjálvur skalt umsita sum landsstýrismaður.
Eg rokni við at rækjuflotin kemur at fylla nógv í arbeiðinum hjá mær í byrjanini og har er umráðandi at taka røttu avgerðirnar saman við restini av landsstýrismanningini. Uppá fyrispurning okkara um fyrisitingina í fiskimálaráðnum, sigur Bjørn Kalsø, at hann veit, at sambært fjølmiðlarnar, so hava trupuleikar verið, men eg veit eisini, at arbeitt verður við spurninginum í ráðnum sjálvum og eg beri ongan ótta fyri at tað ikki skal bera til at fáa at virka. Um so er at trupulleikar eru, so eru teir ivaleyst til at loysa.
Eg fari til arbeiðis við góðum treysti og eri sera spentur uppá nýggju avbjóðingarnar.