Eftir eitt langt vikuskifti við sera góðum veðri Dýra Biðidag og leygardagin, er váttligt veður í morgun saman við einum andøvsguli úr høgum eystri. Vindmátarar Landsverks vísa miðalvindferð upp í 10 m/s. Tó vísa vindmátarar í fjøllum og skørum ikki óvæntað munandi meiri vind.

Tað er eitt lágtrýst vestan fyri Írland, sum dregur luftina av høgum vesti ímóti okkara leiðum. Lágtrýstið fer at flyta seg suðureftir í dag, og ættin í Føroyum fer tí at flyta seg spakuliga upp ímóti landnyrðingi. Seint í kvøld ella í nátt fer ættin tó aftur niður í sunnan. Vindferðin í dag fer at líkjast tí, sum er nú: andøvsgul ella stívt andøvsgul, 8 til 12 m/s.
Avfall fer at vera í allan dag. Okkurt íslit fer at vera, men yvirhøvur fer at vera um ein dag við regni. Í kvøld fer at tað at vera turrari.
Hitin í dag fer at liggja um 5 til 6 stig.
Viðvíkjandi spuringinunum um, nær várið fer at koma, so kann sigast um teir næstu 5 dagarnar, at í annaðkvøld fer høgættin at koma aftur, og luft av Norðpólinum fer at reka niður til okkara í nakrar dagar. Mikudagin og hósdagin fer at vera heilt fitt av vindi saman við avfalli. Men meiri um tað seinni.