Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dugi ikki at síggja at frágreiðingin skuldi ført til at løgmaður ikki kann hava álit á mær

John William Joensen

Í løtuni bíðað verður eftir niðurstøðu Løgmanns, hvørt hann hevur álit á Kára P. Højgaard ella ikki. Í morgun lat Innlendismálaráði løgmanni eina frágreiðing og talan um eina drúgva frágreiðing sum fyri løtu síðani var send fjølmiðlunum.

Tá vit tosaðu við Innlendismálaráðið fyri løtu síðan var sagt at áhugin at fáa innlit í frágreiðingina bar ovurhondsstórur, men at IMR hevði gjørt av ikki at geva fjølmiðlum fyrr enn løgmaður hevði lisið frágreiðingina.

– Eg dugi tó ikki at síggja at frágreiðingin skuldi gjørt at løgmaður misti álítið á landsstýrismannin – men sjálvandi tað verður upp til løgmann at meta um og tað skerst ikki burtur at andstøðan hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at skapa øsing kring mín persón og tí er kanska trupult at meta um hvørja politiska niðurstøðu løgmaður kemur til, segði Kári P. Højgaard fyri løtu síðan í stuttari viðmerking.

Sum skilst ferð løgmaður nú at viðgera frágreiðingina og nær hann kemur til eina niðurstøðu er óvist.

LES frágreiðing her