Ódnarveðri, sum hevur herjað í nátt, hevur ført við sær at Norðoyggjar liggja uttan ferðasamband við restina av landinum. (næsta royndin at sigla verður gjørd kl. 10:15)
Vit ringdu umborð á Dúgvuna kl. 9:35 og fingu at vita at sum støðan er í løtuni fer skipið ongan veg.
Vit hava lýst at roynt verður aftur kl. 10:15, men um støðan ikki verður brott til tað tíð fara vit ongan veg, var sagt av brúnni.
Sagt var eisini at teir halda seg til ferðaætlanina, tvs. at um ikki slepst frá bryggju kl. 10:15 so verður roynt aftur næsta túrin eftir ferðaætlanini.
Vit fara sjálvandi at fylgja gongdini her á portalinum.




