Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dúgvan misti annað róðrið men siglur aftur 17.45

Oliver Joensen

Tá Dúgvan kom á Galvin í dag úr Lorvík, gekk annað róðrið fyri og síðani hevur bert Sam røkt rutuna um Lorvíksfjørð.

Dúgvan hevur tvey róður og kláraði seg tí sjálv til kaj í Klaksvík. Men avgjørt varð at bøta skaðan aftur áðrenn farið var undir aftur rutusiglingina.
Sagt verður, at tað var róðurstongin til annað róðrið sum fór og tí var mett at tað var ov vandamikið at sigla bert við einum róðri og eisini tí, at skadda róðrið kundi koma um skrúvuna.
Í løtuni verður róðurstongin gjørd aftur, soleiðis at Dúgvan kann halda á við siglingini til miðnátt og síðani verður endaliga umvælingin gjørd í nátt.
Dúgvan fer sum sagt eftir ætlan aftur í sigling nú kl. 17.45 av Klaksvík.

Harleyfacadeacryl