Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dulsmál og loynigongir

(Hannefía Joensen)

“Dulsmál og loynigongir” er fjórða savnið av ummælum hjá Jógvan Isaksen og er skrivað tey seinastu tíggju árini.

Tær umrøddu bøkurnar eru stak ymiskar: frá bók um trolaran Ólav Halga um týðingina av Palla Pumm til yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen – men tað mesta er kortini um føroyskan skaldskap. Orsøkin til, at savnið yvirhøvur verður givið út, er, at tað enn finst stak lítið skrivað um føroyskar bókmentir, hóast tað tey seinnu árini er blivið frægari enn áður. Og illanstíð øðrvísi! Men sum eg síggi tað, finst enn alt ov lítið av dyggum ummælarum og alt ov nógvir, ið gera sítt ítasta at traðka og kleyra tað mesta niður í sand og øsku. Teir duga ikki at skilja ímillum stórt og smátt, stórverk og rit, sum ikki hava miðað so høgt.

William Heinesen segði í eini samrøðu, at Føroyar fóru beint úr miðøldini inn í modernitetin í seinnu helvt av 19. øld, og at hetta hevur havt við sær, at føroyingar altíð eru avgjørdir annan vegin, ímeðan millumtónarnir næstan ikki eru til. Soleiðis er eisini við teimum flestu ummælunum. Antin eru tey fullkomiliga tannleys, ella gera tey sítt ítasta at fara so illa við eini bók, og helst høvundinum eisini, sum til ber. Hetta er ein ósiður, sum hevur staðið við rættiliga leingi, men einaferð hvørvur hann vónandi, tí hann er føroyskum bókmentum til lítlan sóma.

Jógvan Isaksen: Dulsmál og loynigongir. Ummælir. Føroyaprent legði til rættis, prentaði og bant inn. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. 138 bls. kr. 198

Harleywoodpaint