Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dupultkonsert í Spaniastovu 

Spaniastova

Leygarkvøldið 7.nov. verður dupultkonsert við Páll Brim og Fróða Bjarnason.

Páll fer at spæla løg frá sínu nýggju EP ‘Starting Over’ og nøkur løg hjá sínum fyrimyndum. Við sær hevur hann Brynjar Olsen á el-guitar og sjálvur syngur Páll og spælur ukulele.  

Fróði fer at spæla stakløg hann hevur útgivið síðani hann í 2016 kom fram við staklagnum Something New.
Fróði verður at hoyra í akkustiskum hami, so tey stóru og umfevnandi løgini vera latin úr sínum hami, og framførd so nakin sum tey vóru skapt. 

 

Um Páll Brim 

Páll Brim er ein singer/songwriter úr Klaksvík. Hann skrivar egin løg og tesktir. Áður hevur hann sungi og spælt ukulele og verði sangskrivari í Danny & The Veetos. Hann hevur somuleiðis spælt við bretska bólkinum Lunacci. 

 

Um Frodi Bjarnason 

Frodi Bjarnason er sangskrivari. Í 2016 gav hann út fyrsta staklagi Something New. Tvey ár seinni vann hann við bólki tónleikakappingini Stella Polaris/Sement. Síðani hevur bólkurin útgivið tvey stakløg, ávíkavist “Where My Home Is” og “Scandinavia”. Í summar var Fróði aftur í upptøkuhøli, við tilfari til eina fløgu, ið verður at hoyra í næstum. Koronatilmælini verða fylgd.

Atg.m. kunnu keypast á www.atgongumerki.fo  og við dyrnar í Leikalund frá kl 2130.