Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dupultkonsertir við Suð og Vokalkompagniet

John William Joensen

Í døgunum 10. til 17. apríl vitjar unga danska kórið Vokalkompagniet í øroyum og saman við kvinnukórinum Suð verður millum aðrar konsertir eisini skipa fyri konsert í Ósáskúlanum.

Vokalkompagniet er eitt sera virkið ensemble sum telur 20 limir, ið fyrst og fremst syngja rytmiskar satsir. Á páskum í ár fer kórið á eina miniturne í Føroyum saman við kvinnukórinum SUÐ.
Fyrsta konsertin við Vokalkompagniet og Suð er týsdagin 11. apríl í Norðurlandahúsinum. Dagin eftir er konsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði á skránni og hósdagin 13. apríl kl. 20.30 verður so konsertin í Ósáskúlanum.
Um Vokalkompagniet verður sagt, at hetta er eitt vokalensemble úr Keypmannahavn undir leiðslu av sangaranum og pianistinum og diregentinum Peter Bom. Kórið hevur verið til síðani í 1996, og hevur gjørt um seg við livandi upptraðkanum og konsertum við einari breiðari skrá. 20 aktivir limir eru í kórinum breiða seg til sopran, alt, tenor, baryton og bas.
Kórið hevur drúgvar konsertroyndir og gav í 2004 út fløguna Stringing the beds  við nýggjum, gomlum og egnum kompositiónum.

Harleyfacadeacryl