Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dupultumboðan er hálv umboðan

John William Joensen

Føroyar høvdu fingið nógv størri nyttu av fólkatingsumboðunum, um tey vóru í Fólkatinginum burturav og ikki, sum nú, bæði í Løgtinginum og í Fólkatinginum.

At okkara fókatingsumboð hava røkt løgtinssessin fram um fólkatingsessin hevur gjørt, at nógvir týdningarmiklir menningarmøguleikar eru farnir fyri skeytið.

Føroya Løgting er evsta vald í Føroyum, og arbeiðið í Løgtinginum krevur eitt fólk fult og heilt. Men fólkatingssessurin krevur eisini eitt fólk fult og heilt, um sessurin verður tikin í álvara. Tí er henda dupultumboðanin skeiv. Soleiðis hugsa tey eisini aðra staðni. Í Danmark loyva flokkarnir t.d. ikki, at sami persónur umboðar flokkin bæði í fólkatinginum og í EU-parlamentinum. Um ein fólkatingslimur verður valdur í EU-parlamentið, leggur hann fólkatingssessin frá sær, soleiðis at hann ella hon kann leggja alla sína orku í EU-politikkin.

Eg ivist ikki í, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri føroyingar og Føroyar, um okkara fólkatingumboð vóru fólkatingumboð burturav.

Um nøkur meining skal vera í hjá føroyingum at hava umboð í fólkatinginum, so eigur minsta kravið at vera, at føroyskt vinnulív, føroyskt mentunarlív, útbúgvarskipan okkara, granskingin og ikki minst politiska skipanin fær nógv størri nyttu av hesari uttanlandsumboðan.

Dupultumboðan er bert hálv umboðan.

Helena Dam á Neystabø