Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Durita Poulsen á G!: – Vórðu boðin inn til heita suppu

Danial Viðoy

Nú G! nærkast av álvara spyrja vit nøkur um eitt serligt upplivilsi á G! Durita Poulsen, búsitandi í Keypmannahavn, úr Hvannasundi, er tann fyrsta í røðini.

Nú G! nærkast av álvara spyrja vit nøkur um eitt serligt upplivilsi á G! Durita Poulsen, búsitandi í Keypmannahavn, ættað úr Hvannasundi, er tann fyrsta í røðini.

Durita skrivar soleiðis:

– Nú havi eg ikki luttikið á G í eini 4 ár, men eg havi verið nakrar ferðir fyrr, leggur hon út.

– Besta G! var heilt sikkurt í 2010 og einastu ferð eg ordiliga havi verið við til allan festivalin, við tjalding og øllum .. Men at yvirnátta á tjaldingarøkinum er ikki akkurát eg, og tí fór eg heldur heim at sova .., sigur hon.

– G! 2010 var allarhelst best tí at eg var í besta aldri, 20 ára gomul og hevði tjalding saman við vinkonunum .. Eg minnist tjaldingarøkið sum serstakliga hugnaligt – man snakkaði við sínar ”nábúgvar” og fekk fólk uppá ”besøg” ..

– Tónleik, sum eg minnist væl aftur á, var Nephew ..

– Annars tað, sum mær dámar serliga væl við G! festivalinum yvirhøvur, er at hann er annarleiðis: m.a. musikkurin, pottarnir og grundin setir sín dám á festivalin .. Og so fyrigongur festivalur í sera hugnaligum og bygdarligum umhvørvið, leggur Durita afturat.

– Eg minnist eisini aftur á tær ferðirnar eg havi verið á G!, at fólkini í bygdini eru sera blíð, og einu ferðini blivu vit bjóðaðar inn til suppu á einum túri inni í bygdini.