Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dymbildagar í veðri

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í dag er Pálmasunnudagur, og veðrið er gott. Vindurin er lítil í dag – veðurstøðir Landsverks siga frá mesta vindi í Norðadalsskarði. Her eru 8 m/s. Andøvsgul. Ikki júst mesta vindferð, vit hava sæð mest til í vetur. Í miðal er vindferðin kring alt landið 3 m/s. Tað kallast eitt lot. Ættin er ikki løtt at gera av – hann melur av ymsum ættum. Yvirhøvur er talan um lágætt.

Føroyar liggja í dag í einum øki við ongum trýstmuni (gradienti). Eitt veikt lágtrýst kemur til okkara úr Íslandi í kvøld. Tað er ikki nógv megi í hesum lágtrýsti, men tó fer tað at ávirka veðrið hjá okkum eitt sindur.

Sum líður út á kvøldið fer ættin at gerast útsynningur-vestan. Glottarnar í skýnum fara at vera færri, og um middnáttarleitið fer at regna. Hitin henda góða dag fer at liggja um 5 stig. Í kvøld verður nøkur stig kaldari.

Í morgin – mánadagin – fer vindurin at veksa upp í eitt stívt andøvsgul ella ein strúk í vindi, 8 til 12 m/s, úr útsynninngi og vestri. Sólglottar, okkurt ælið við regni, og hitin fer at liggja um 2 til 4 stig. Talan er um kalda luft av leiðunum við Eysturgrønland – so tað fer at gerast kaldari út á dagin. Tá kunnu ælingarnir vera vátakavi ella kavi.

Týsdagin fer ættin at snara upp í útnyrðing og norðan. Tá verður kaldari. Hitin fer at liggja um 1 til 3 stig. Vindferðin verður minkandi úr einum stívum andøvsguli ella ein strúki í vindi, 8 til 12 m/s, niður í eitt andøvsgul ella stívt andøvsgul 6 til 9 m/s. Tað vera løtur við sól, men eisini løtur við ælingum við vátakava og/ella kava.