Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dymbildagar og veðrið

Jákup Ósá

Dymbildagavikan er vikan frá pálmasunnudegi til páskaaftan. Veðrið í dymbildagaviku hevur verið líka so skiftandi, sum veðrið annars er í Føroyum.

Ein av fleiri orsøkum, at t.d. hitin í páskavikuni kann vera skiftandi, er at páskadagur er í fyrsta lagi 22. mars og í seinasta lagi 25. apríl. Sólin kemur munandi longur upp á luftina hesar 5 vikurnar. Men onnur viðurskifti spæla eisini við, hvussu veðurlagið aðrasteðs skikkar sær o.s.fr.

Næstu vikuna fara eftir øllum at døma fleiri lágtrýst at koma ímóti Føroyum. Tey flestu hava ikki so nógv uppá seg, men okkurt hevur eitt sindur av biti í. Leiðirnar ganga av leiðunum við Nýfunnland og beint ímóti okkum. Stóra hátrýstið, sum var um okkara leiðir í seinastu viku er burtur, og tí hava lágtrýstini frítt at fara og koma. Einki er at støðga teimum.

Fyrsta lágtrýstið í røðini er helst komið til okkara seint í annaðkvøld ella mikumorgunin – tað er ikki nógv megi í tí, so vindurin fer ikki at blíva meiri enn eini 10 til 13 m/s úr suðurætt.

Eftir tað lágtrýstið er tað næsta um okkara leiðir um middagsleitið skýrishósdag – tá fer vindurin at vera meiri, 15 til 20 m/s úr útsynningi. Morgunin eftir – langa fríggjadag – er tað farið, men tað næsta stendur beint við og bíðar.

Tað er longu her beint eftir middag langa fríggjadag, og vindurin fer tí at veksa upp í 13 til 18 m/s úr útsynningi ella suðuri í eina løtu seinnapartin. Men tað er skjótt farið framvið.

Tað næsta eftir tað, er ikki við Føroyar fyrr enn annan páskadag við sinum vindi og regni, 13 til 18 av landnyrðingi-norðuri. Tá verður helst høgætt aftur.

Tiðarbiliið ímillum hesi tvey seinastu lágtrýstini – t.e. frá langa fríggjadegi til og við annan páskadag – fer at vera gott veður – lítil vindur úr ymsum ættum.

Hetta var ein gjøgnumgongd av veðrinum fyri dymbildagavikuna – soleiðis sum tað sær út í løtuni. Tað er lív í lufthavinum um okkara leiðir, so broytingar kunnu koma í forsøgnini.