Páskirnar eru í fyrsta lagi 22. mars og í seinasta lagi 25. apríl. Veðrið kann tí vera sera ymiskt. Tað hevði tað eisini verið, um páskirnar altíð vóru sama dato, líka sum jólini.
Páskirnar í 2003 vóru í apríl; páskadagur var 20. apríl.
Í dymbildagavikuni í 2003 var veðrið sjálvsama gott. Dagarnar frá 10. til 20. apríl lág eitt hátrýst yvir Norra og Svøríki, sum gav okkum eitt lítið lot úr suðri og eitt lítið sindur báðumegin við. Apríl mánaður í 2003 var tí turrur, bert 35 mm av avfalli. Hetta er eitt fitt vet undir miðal fyri apríl, sum var 79,7 mm. Miðalhitin fyri alt samdøgrið í apríl 2003 var 7,1 stig, og tað er eisini eitt munandi frávik frá miðaltalinum, sum var 3,6 stig. Sóltímarnir vóru 103 – júst sama tal sum miðalsóltímarnir. Myndin tikin av Kunoyarnesi er tikin 16. apríl 2003, dagin fyri skírishósdag.




