Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Dynamit” bjargaði fríggjánáttini

Oliver Joensen

Aftaná sera vánaligu upptraðkanina hjá Robin Gibb, fingu okkara Dynamit veruliga áhoyrarafjøldina við sær.

Vit kenna øll til skránna hjá Dynamit, og teir báðir Niclas og Hans  Jákup vóru veruliga í essinum í kvøld og harafturat vóru musikararnir sum altíð góðir.
Sigast kann, at Dynamit bjargaði fyrireikarunum av Summarfestivalinum undan einum veruligum náttarmyrkri eftir skuffandi framførsluna hjá Robin Gibb.
Við okkara føroysku tónleikarum og sangarum ídag, gjørdist dagurin áhugaverdur, ímeðan útlendska stjørnunavnið neyvan hevði uppiborið pallpláss.