Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dýrir dagar hjá Atlantic Airways í juli

John William Joensen

Áhaldandi útsynningur í fýra vikur í juli elvdi til ringasta mjørka á flogvøllinum í Vágum, sum fólk vita um. Framkomna tøknin á Airbus-flogførunum og longdi flogvøllurin hjálptu upp á støðuna, men 18 ferððir máttu flogfør venda við, 36 ferðir vórðu flogfør avlýst, og um 70 flogfør aftrat vórðu seinkað meira enn tveir tímar. Hetta kostaði Atlantic Airways millum 7,5 og 8,5 mió. kr.

Áhaldandiútsynningur í fýra vikur í juli elvdi til ringasta mjørka á flogvøllinum íVágum, sum fólk vita um. Framkomna tøknin á Airbus-flogførunum og longdiflogvøllurin hjálptu upp á støðuna, men 18 ferððir máttu flogfør venda við,36 ferðir vórðu flogfør avlýst, og um 70 flogfør aftratvórðu seinkað meira enn tveir tímar. Hetta kostaði Atlantic Airways millum 7,5og 8,5 mió. kr.

Longu frá fyrsta skúlafrídegnum, 28. juni, legði mjørkaveðriðtrýst á reglusemið í flúgvingini, og burtursæð frá einstøkum andarholum helt mjørkin fram at órógvaflogferðsluna heilt til 24 juli.

Avbjóðingin gjørdist uppaftur størri av, at Atlantic Airwaysongantíð áður hevur flutt so nógv fólk um flogvøllin í Vágum ein einstakan mánað sum júst í juli í ár,tilsamans 32.000 ferðafólk.

Felagið hevur gjørt upp, at fleiri enn 5.000 ferðafólk lógu veðurføstvið teimum 54 flogførunum, sum vendu við ella vórðu avlýst, og onnur 7.000 fólk vórðuseinkað meira enn tveir tímar.

Kostnaðurin fyri avlýsingarnar og seinkingarnar var millum 7,5og 8,5 mió. kr. Felagið rindaði bæði fyri túsundtals gistingar, mat, brennievni, avgreiðslur áflogvøllum og eyka arbeiðstímar.

“Vit harmast um seinkingarnar, men fegnast um, at til bar athalda ferðsluni gangandi og rudda upp so hvørt, sum skáar vóru. Ferðafólkini vóru sum heild tolin,og okkara starvsfólk stríddust manniliga hesar vikurnar,” sigur Magni Arge, stjóri í AtlanticAirways.

Airbus-flogførini hjá Atlantic Airways eru útgjørd viðframkomnastu navigatiónsútgerðini, sum finst í flogførum, teirri sonevndu RNP AR-tøknini. Hon gjørdistóran mun, men stóð ikki altíð mjørkanum kurl.

Felagið fegnast um, at nýggja tøknin og longdi flogvøllurinhava skapt betri og tryggari karmar kring flogvøllin í Vágum, men ásannast má, at sjálvt hesi átøkvinna ikki altíð á veðrinum.

“Okkara eftirmeting vísir, at vóru Airbus-flogførini ikkiútgjørd við RNP AR-tøknini, høvdu 18-20 flogfør aftrat verið vend við, og so hevði neyvan borið til atruddað so væl upp, sum vit gjørdu,” sigur Sámal Danielsen, flogovasti. Ein stór avbjóðing, tá veðrið ikki er til vildar á hásumri, er,at trupult er at fáa nøktandi tænastu á flogvøllum aðrastaðni, og at hotellkømur ofta ikki eru tøk tilveðurføstu ferðafólkini.

“Vit ynkja okkum neyvari vitan og forsagnir um veður og vind áflogvøllinum í Vágum, tí tað hevði hjálpt upp á reglusemið. Eisini mæla vit til, at úrtíðargjøldfyri upplating av flogvøllinum verða sett úr gildi, tá veðrið er orsøk til seinkingar,” sigur MagniArge.

Atlantic Airways hevur í dag kunnað partabrævamarknaðin umeykakostnaðirnar av avlýsingunum og seinkingunum í juli og fer at leggja framhálvársroknskap 21. august