Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dýrt fyri Framsókn at tinglimur rýmdi til Fólkaflokkin

John William Joensen

Vónandi fáa vit ikki aftur tingfólk sum flyta úr flokkinum – men læta rokningina fyri teirra valstríð hanga eftir hjá okkum, sigur formaðurin í FRAMSÓKN, Poul Michelsen, í viðmerking til at roknskapurin fyri 2013 vísir at eginognin hjá flokkinum er negativ við hálvari mió. hóast fíggjarstøðan er batnandi.

Vónandi fáa vit ikki aftur tingfólk sum flyta úr flokkinum – men læta rokningina fyri teirra valstríð hanga eftir hjá okkum, sigur formaðurin í FRAMSÓKN, Poul Michelsen, í viðmerking til at roknskapurin fyri 2013 vísir at eginognin hjá flokkinum er negativ við hálvari mió. hóast fíggjarstøðan er batnandi.

Sambært roknskapinum hjá Framsókn er flokkurin nú um at koma seg eftir at flokkurin misti tinglim og harvið slaka helvt av inntøkunum fyri trimum árum síðan, men samstundis vísir roknskapurin greitt hvussu trupult tað er at verða ein lítil flokkur í Føroyum.

Stuðulin til politiska upplýsing var í 2013 einans 195.407 kr. limagjøld, 7.850 kr. og stuðlar 5.000 kr. sum er tilsamans kr. 208.257,-
Útreiðslurnar vóru tilsamans 92.000 og ársúrslitið gjørdist kr. 115.767.,-

Tann 31. desember 2013 átti Framsókn einans kr. 3.851,- á bók.

Stórar útreiðslur í samband við valstríð spøkir framvegis tí eginognin er framhaldandi negativ nevniliga minus kr. 574.582,- men er tó batna hálvt uml. 150.000 kr. í mun til 2012.
Skuldin minkaði næstan 200.000 kr. og var við árslok 2013 kr. 657.072

Skilnaðurin kostaði flokkinum dýrt.
Poul Michelsen, sigur í stuttari viðmerking at ein politiskur flokkur er ongin forrætning.
– Vanligt er í einum valstríið – í hvussu so í Havn – at valevnini sjálvi gjalda fyri tað mesta av sínum valstríið. Tað havi eg í hvussu so er gjørt og tað hava tey flestu onnur gjørt, sum hava líkinda møguleika at verða vald.
– Tað gjørdu vit ikki í Framsókn. Flokkurin betalti alt lýsingarátakið og fíggjaði hetta partvís við láni og partvís við afturgjalding frá teimum, sum blivu vald. Eg havi goldið umleið tað sama til Framsókn sum eg havi goldið privat til valstríð undanfarin ár – kanska eitt sindur meira. Eg fái jú eina goða løn frá politisku skipanini og kann sostatt gjalda ein part av tí aftur. Frá hinum tingmanninum er bert lítil partur av valstríðnum goldin og stendur tí ein skuldar postur ógoldin uppá umleið kr. 80 túsund, sum eftir øllum at døma nú skal gjaldast av okkum.
Í samband við uppskotið hjá Bjørn Kalsø um at lækka tingmannatalið niður í 25 vístu vit á at tað er eitt gott uppskot, men vístu á, at tann spardi peningurin skuldi brúkast til at hjálpa valdu tingfólkunum fíggjarliga og arbeiðsliga orku.

– Til eitt komandi løgtingsval – tó velst sjálvsagt nær tað verður – er okkara skuld komin niður á eitt støði, har tað aftur ber til at fíggja eftir sama leisti, sum vit fíggjaðu seinast. Vónandi fáa vit ikki aftur tingfólk sum flyta úr flokkinum – men læta rokningina fyri teirra valstríð hanga eftir hjá okkum.