Vit hava í morgun eitt lot av landsynningi suðuri. Miðalvindferðin er upp í 8 m/s. Hetta er góð ætt í Vági, eisini vestri á Eiðinum, sigur vælvitandi kelda har suðuri. Har var ikki eitt lot í morgun.
Tað hevur regnað í nátt, men nú er brúgvalagið farið eysturum. Tað er ikki heilt turt fyri, tí okkurt ælið sæst kring landið. Hvussu skjótt tey eru vekk, og hvør fer at fáa mest ella minst av teimum, er ikki lætt at vita.
Hetta veðrið, sum er í morgun, fer at vera allan dag. Tað síggjast ongar broytingarnar í veðurkortum fyrr enn seint í kvøld ella í nátt.
So, tá ið dystur er seinnapartin í dag vestri á Eiðinum í Vági millum FC Suðuroy og KÍ, fer tað at vera eitt lítið lot tvørtur um vøllin. Vindferðin upp í 6 m/s. Loftið skýggjað, og helst okkurt ælið. Hetta eru heilt góð líkindi at spæla bólt.
Góðan dyst – og KOYR Á KÍ.


