Vinnur Mjølnir dystin sunnudagin ímóti TB í Klaksvík, koma tær ajavnt í stigum við TB, og so verða tað 3 lið við hesum stigatalinum, tí KÍF sum byrjaði kappingarárið sera væl, hevur eisini 8 stig.
Leygardagin 15. november
Stór kapping við luttøku av heili 88 ungdómsliðum gentir og dreingir í aldrinum 8 ár til kvinnu- og mansunglingar.
Kappingin fer fram í Havn, og er tað Flogbóltsfelagið Fleyr sum skipar fyri.
Tí bert 3 dystir sunnudagin í meistaradeildini.
Sunnudagin 16. november
ÍF – Fleyr meistaradeild kvinnur Kambsdal kl. 14,00
Mjølnir – TB meistaradeild kvinnur KÍ-høllin kl. 14,00
ÍF – Fleyr meistaradeild menn Kambsdalur kl. 16,00
ÍF Fleyr, MK, sunnudagin
Tað kann gerast ein spennandi dystur á Kambsdali sunnudagin, tá ÍF og Fleyr møtast. Liðini liggja í dag sum nummar 5 og 6 í landskappingini við 2 stigum í part, men ÍF hevur ein dyst minni.
ÍF leikti ikki seinasta vikuskifti, meðan Fleyr var í Trongisvági og leikti ímóti TB, og henda dystin tapti havnaliðið 3-0.
ÍF vann eisini fyrsta dystin ímóti Fleyr 3-0, so við hesum í huga er tað ÍF sum hevur betru kortini á hondini sunnudagin á Kambsdali.
Mjølnir TB, MK, sunnudagin
Vinnur Mjølnir dystin sunnudagin ímóti TB í Klaksvík, koma tær ajavnt í stigum við TB, og so verða tað 3 lið við hesum stigatalinum, tí KÍF sum byrjaði kappingarárið sera væl, hevur eisini 8 stig.
TB hevur eitt sterkt lið í ár við nøkrum royndum leikarum, og júst tað sama kann ein siga um Mjølnir, so útlit eru fyri einum sera spennandi dysti, sum tað frammanundan er trupult at tippa úrslitið av.
ÍF Fleyr, MM, sunnudagin
Mansliðið hjá ÍF kom rættuliga í gongd seinasta vikuskiftið, tá teir í einum sera spennandi dysti í Fuglafirði vunnu 3-2 á steypafinalistunum SÍ.
Fleyr hevur higartil einki stig fingið, so um fuglfirðingarnir halda áfram í sama stíli, so er lítið at ivast í, at Fleyr tær tað trupult á Kambsdali sunnudagin.




