Dysturin í kappingini um løgmansteypið millum KÍ og Skála, sum skuldi vera í kvøld er útsettur og ivasamt er hvussu verður við kappingini um løgmanssteypið
Pálli Ziskason, stjóri í sp/f KÍ, sigur at sum støðan er í løtuni er óvist nær dysturin verður.
– Dysturin í kvøld er útsettur upp á óbestemta tíð og sum støðan er í løtuni er rættuliga óvist nær dysturin verður leiktur. Landskappingardysturin millum KÍ og Skála verður sum ætlað á Djúpumýru sunnudagin kl. 15:00.




